FM

SNA veitir ráðgeving innan Facilities Management (FM) til fyritøkur, kommunur og almennar myndugleikar. Talan er um tekniska ráðgeving innan eitt nú heildarútreiðslur (totaløkonomi), rakstur og viðlíkahald av bygningum, herundir skráseting og støðufrágreiðingar umframt raðfestingar í hesum sambandi.

 

Týdningarmikið er at hugsa um samlaðu heildarútreiðslurnar í allari bygningsringrásini, frá bygging til niðurtøku. Rakstur og viðlíkahald eru nevniliga størsti parturin av samlaða áramálskostnaðinum í bygningsringrásini, áleið tveir triðingar, ið fara til eitt nú viðlíkahald, umvæling, úskifting, endurnýggjan og orkunýtslu.

Hjá byggiharra er nógv at vinna við at skipað viðlíkahaldið av bygninginum, hetta við eitt nú 10-ára ella 30-ára rakstrar- og viðlíkahaldsætlanum.

© 2018 by SNA             SNA arkitekter ApS | Otto Bussesvej 5A, OBV 028, 4. sal | 2450 København SV |  Danmark | Tel + 45 5373 9495    | sna@sna.fo